Jóhanna Sigurðardóttir heilsaði løgmanni við hesum orðum: Íslendingar ynskja enn einaferð at takka fyri framtak Føroya at veita Íslandi lán seinasta ár. Lánið var lutfalsliga høgt og treytaleyst, og var hetta ein vinargerð, sum seint verður gloymd.
Endamálið við vitjanini er at fáa kunnleika um áleikandi politisku og búskaparligu støðuna, umrøða framtíðar avbjóðingar og styrkja samstarvið landanna millum, tí í samstarvi standa vit sterkari í heiminum. Tey vóru samd um at finna eina leið at styrkja samstarvið enn meira í framtíðini.
Í Føroyum verður fylgt sera væl við støðuni í Íslandi, okkara frændatjóð. Serliga nú Ísland er farið undir samráðingar við ES um limaskap. Úrslitini av hesum samráðingum fara at hava stóra ávirkan á okkara evropapolitisku tilgongd.
Á fundinum viðgjørdu stjórnarleiðararnir eisini støðuna viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum, umframt at tey umrøddu onnur samstarvsøkir, eitt nú heilsuøkið, hægri lestur, mentanarsamstarv og ikki minst ymisk viðurskifti í samband við fiskivinnuna.

Um bloggið
Vangaveltur
Tónlistarspilari
Heimsóknir
Flettingar
- Í dag (22.11.): 0
- Sl. sólarhring:
- Sl. viku: 1
- Frá upphafi: 0
Annað
- Innlit í dag: 0
- Innlit sl. viku: 1
- Gestir í dag: 0
- IP-tölur í dag: 0
Uppfært á 3 mín. fresti.
Skýringar
Bæta við athugasemd [Innskráning]
Ekki er lengur hægt að skrifa athugasemdir við færsluna, þar sem tímamörk á athugasemdir eru liðin.